Nám gevur út undirvísingartilfar um eginbúskap í samstarvi við Felagið Peningastovnar 📚 Endamálið við tilfarinum er at kunna næmingar um ávís búskaparlig hugtøk við dømum úr gerandisdegnum. Hetta skal geva teimum bæði áræði og royndir, soleiðis at tað gerst lættari at taka støðu í búskaparligum viðurskiftum. Felagið Peningastovnar heldur tað vera umráðandi at børn og ung læra um eginbúskap, og hava tí fíggjað hesa verkætlanina og fara, eftir áheitan frá lærarum, at luttaka í undirvísingini. Tilfarið kann verða brúkt í samfelagsfrøði- og støddfrøðitímunum, antin í hvør sínum lagi ella tvørfakliga. Miðað verður eftir, at alt tilfarið verður gjøgnumgingið eina viku, men lærarar og skúlar fara sjálvir at leggja hesa undirvísingina til rættis. Les meira her: https://lnkd.in/eBPkrnr8
About us
Føroya Banki er eitt sterkt fíggjarsamtak, ið veitir fíggjartænastur til privatkundar og vinnulív í Føroyum og Grønlandi. Harumframt reka dótturfeløgini Trygd og Skyn ávikavist skaðatryggingarvirksemi og ognarmeklaravirksemi. Eisini hevur samtakið dótturfelagið NordikLív, sum er eitt føroyskt lívstryggingarfelag. Samtakið hevur høvuðssæti í Tórshavn og er børsskrásett á Nasdaq Copenhagen.
- Website
-
https://www.foroyabanki.fo
External link for Føroya Banki
- Industry
- Banking
- Company size
- 201-500 employees
- Headquarters
- Torshavn
- Type
- Privately Held
- Founded
- 1906
- Specialties
- banking, insurance, real estate brokerage, and financial services
Locations
-
Primary
Oknarvegur 5
Torshavn, 110, FO
Employees at Føroya Banki
Updates
-
Sum eitt sterkt føroyskt fíggjarsamtak hava vit bæði ábyrgd og møguleika at geva okkara íkast til burðardyggu menningina av samfelagnum. Tað gera vit m.a. við at veita tænastur, ið gera tað lættari hjá kundunum at velja burðardyggar loysnir og við at reka okkara virksemi á burðardyggan hátt. Skulu vit sum samfelag flyta okkum rættan veg á burðardyggu leiðini, er tað neyðugt, at vinnan er við ♻️ Tí hava vit eisini valt at vera partur av Varandi Vinnu, sum er eitt netverk fyri føroyskar fyritøkur, ið vilja samstarva um burðardygd og seta sær felags mál. Tað er Vinnuhúsið - House of Industry, ið samskipar netverkið. Herfyri luttóku vit í netverksfundi í Varandi Vinnu, har m.a. grøna orkuskiftið varð viðgjørt. Byrjað varð við framløgu hjá John Olsen um Føroyar sum elsamfelag og grønu kósina. Síðani greiddi Hiddenfjord frá ymiskum áhugaverdum ítøkiligum átøkum, sum tey hava valt at seta í verk, og hvussu hetta hevur eydnast. Eisini var orðaskifti um, hvussu fyritøkurnar í Varandi Vinnu kunnu vera við til at stuðla undir grøna orkuskiftið í Føroyum.
-
-
Í gjár høvdu vit okkara árliga kick-off, har øll í samtakinum savnast ein seinnapart 😊👏 Endamálið við kick-off er at byrja árið væl og leggja ein felags leist fyri árið. Leiðslan greiddi frá, hvørji fokusøkini eru í 2025, og hvørji mál skulu røkkast 📈 Vit fara m.a. áhaldandi at menna okkara talgildu loysnir, sum gera gerandisdagin hjá kundum okkara lættari 📱 Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur og Ph.D., hevði eisini ein áhugaverdan fyrilestur um ættarliðini á arbeiðsmarknaðinum – eyðkenni og munir, sum fleiri kendu seg aftur í. Hugleitt var eisini um, hvussu mann kann læra av hvør øðrum. Starvsfólkini hjá okkum eru Baby Boomers, gen X, Y og Z 😊 Starvsfólkini fingu somuleiðis nakrar arbeiðsspurningar, sum tey skuldu kjakast um í smærri bólkum, og síðani savnaðu vit øll svarini saman og tóku samanum. Alt hetta kunnu vit nú brúka til innanhýsis átøk í ár 😊 Vit gleða okkum til eitt spennandi ár! 🤩
-
-
Prísirnir á bæði sethúsum og íbúðum kring landið hava verið methøgir í 2024 📈 Nú er miðalprísurin fyri sethús í miðstaðarøkinum umleið 3,9 mió. kr. 🏡 Og fyri íbúðir er miðalprísurin umleið 3,1 mió. kr. 🏙 Í størru og smærru bygdunum er miðalprísurin nakað lægri. Fleiri tekin eru eisini um, at sethúsaprísirnir kunnu halda fram at vaksa í 2025, nakað tað sama sum í 2024 📈 ”Tað er vorðið truplari at koma inn á marknaðin, og tað er eftir mínum tykki ein greið ábending um, at ov fáir bústaðir eru til keyps, og at ov lítið verður bygt”, sigur Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn. Les meira her: https://brnw.ch/21wQ4Tz
-
-
Í dag verður nýggj funka tøk í netbankanum, ið gevur okkara kundum møguleika at stovna egnar samansparingarkontur. Tað tekur bara nøkur sekund - so er kontan tøk á kontuyvirlitinum. Hetta er fyrsta loysnin av sínum slagi á føroyska marknaðinum 📱💻 “Vit hava arbeitt við at kunna leysgeva hesa snildu funku í eina tíð, og tí eru vit sera fegin um at kunna bjóða kundunum enn eitt amboð, ið ger tað lættari at stýra egnum fíggjarviðurskiftum. Í fyrsta umfari ber bert til at stovna samansparingarkontur, men vit arbeiða við at talgilda og einfalda uppaftur fleiri tænastur,” sigur Brian Smedemark, rakstrarstjóri í Føroya Banka. Vit leggja okkum eftir at vera ein virkin viðleikari í talgildu samfelagsmenningini og vilja geva okkara íkast við at menna loysnir, ið stimbra og stuðla hesum máli. At okkara kundar nú kunnu stovna sær kontur beinleiðis í netbankanum er ein varði á talgildu leiðini hjá okkum sum banka. Les meira her 👇 https://brnw.ch/21wPo24
-
-
Í nýggjastu útgávuni av Sosialinum er samrøða við Árni Jóhan Petersen, ESG-ráðgeva, og Jón Brekku, leiðara á Vinnudeildini í bankanum. Teir báðir greiða frá, hvussu atlitið til burðardygd gerst alsamt týdningarmiklari fyri fyritøkur, ið framhaldandi ætla at gera seg galdandi í kappingini. Kundar, starvsfólk og íleggjarar seta í størri mun krøv til gjøgnumskygni í fyritøkum enn áður, og tey vilja hava vissu fyri, at virksemið verður rikið á burðardyggan hátt, tá ið tað snýr seg um umhvørvi, starvsfólk og leiðslu 🌍
-
-
Góða eydnu í Basel 🙌 Síðani vit í 2016 á fyrsta sinni gjørdust høvuðsstuðul hjá føroyskum hondbólti, hevur tað verið ein frægd at fylgt stóru menningini hjá hondbóltinum. Hesi árini hava vit fegnast saman við allari tjóðini, hvørja ferð føroysku landsliðini við eldhuga og stríðsvilja hava spælt seg til frálík úrslit. At føroysku kvinnurnar í kvøld skulu í eldin til fyrsta dystin hjá kvinnulandsliðnum í einum EM-endaspæli er einki minni enn eitt bragd. Vit eru ein errin høvuðsstuðul og ynskja teimum bestu eydnu í Basel 🤾🏻♀️🤾🏼♀️ #errinhøvuðsstuðul
-
-
Sum ein stór fíggjarfyritøka í Føroyum leggja vit dent á at stuðla tí samfelag, vit eru partur av. Tí tað er gjøgnum vitan, mentan, list, ítrótt og onnur góð átøk, at samfelagið gerst livandi og knýtir okkum saman. Vit hava í fleiri ár stuðlað føroyskum lestrarfeløgum uttanlands, tí vit vita, hvønn týdning tað hevur at varðveita eitt tilknýti til Føroya, tá ið tað ræður um at fáa útisetar at velja Føroyar aftur eftir lokna útbúgving. Tí hava vit júst longt stuðulssáttmálan við Samvinnuna, ið er lestrarfelagið fyri føroysk lesandi á CBS í Keypmannahavn. “Vit eru fegin um at leingja stuðulssamstarvið við tey lesandi á CBS. Eitt av endamálunum við samstarvinum er at geva Samvinnuni betri umstøður at skipa fyri upplýsandi tiltøkum um føroyskt vinnulív, sum vónandi kann virka fyri at gera tað lættari hjá teimum lesandi at koma aftur til Føroya eftir loknan lesnað,” sigur Rúna N. Rasmussen, marknaðarleiðari í Føroya Banka.