Ódnin Katrina
Bólkur 5 Hørð ódn (SSHWS/NWS) | |
Ódnin Katrina, tá hon var harðast, í Gulf of Mexico hin 28. August | |
Tók skap | 23. august 2005 |
---|---|
Hvarv | 31. august 2005 |
(Ekstratropisk eftir 30. august) | |
Mesti vindur |
meðal í 1-minutt: 175 mph (280 km/h) |
Lægsta trýst | 902 mbar hPa); 26.64 inHg |
deyðatilburðir | 1.836 í alt |
Skaði |
$125 milliardir (2005 US Dollarar) (Dýrasta tropiska ódn, ið er skrásett [1]) |
Rakt øki | |
Partur av Atlantiskum ódnum í 2005 |
29. august 2005 rakti Ódnin Katrina amerikanska býin New Orleans í Louisiana. Ódnin breyt byrgingarnar, floymdi inn í býin og drap fleiri enn 1000 fólk, sum antin ikki vildu fara úr býnum ella ikki sluppu úr honum. Eisini amerikanski filmsleikstjórin Spike Lee (føddur 20. mars 1957 í Georgia í USA) hugdi skelkaður at, meðan størsta náttúruvanlukkan í amerikanskari søgu hendi.
Meðan ódnin Katrina herjar har suðuri í Louisiana, og myndugleikarnir hava úr at gera við at flyta fólk burtur úr økinum, eru tað nøkur sum verða "gloymd". Teir 7.000 fangarnir í Orleans Parish Fongslinum, sum var eitt tað størsta fongslið í USA, skuldu verið fluttir, men sjálvt tá ódnin herjar við allari megi, tað fløðir og byrgingarnar brotna, velur sjeriffurin ikki at flyta fangarnar burtur. Ikki fyrrenn 4 dagar seinni, har fangarnir hvørki hava fingið vátt ella turt, gera myndugleikarnir av at gera nakað.
New Orleans í Suðurlouisiana er enn ikki komin seg heilt, eftir Ódnina Katrinu, sum legði stórar partar av býnum í oyði. Katrina var í styrkibólki 5.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Costliest U.S. tropical cyclones tables update (Report). United States National Hurricane Center. January 12, 2018. Archived from the original on January 27, 2018. Retrieved January 12, 2018. Unknown parameter
|url-status=
ignored (help)