Jump to content

Andalusia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Flaggið hjá Andalusia
Kort.

Andalusia er ein sjálvstýrandi landspartur í Suðurspania. Høvuðsstaður er Sevilla. Landsparturin fevnir um 87.600 ferkilometrar og hevur 7,4 mió. íbúgvar (2005). Nú á døgum er ferðavinnan ein stór inntøkukelda fyri Andalusia, og nógvir føroyingar hava hoyrt um ella enntá verið á Costa del Sol (sólstrondini).

Tá ið maurarnir komu til Spaniu var Andalusia nærum oyðin. Teir fóru undir at veita vatn oman á láglendið og út um fløtuna, har teir umsíðir kundu vælta bæði rís, bummull, morberjatrø og allar suðrønar fruktir. Arabar (maurar) hava sett sín dám á Andalusia, millum annað við at byggja navnframa Alhambra, sum framvegis er at síggja, tó í sterkt endurskaptum formi, av tí at meginparturin av anlegginum brendi í 1800-árunum. Andalusia var miðdepilin í Maurararíkinum í 7-800 ár, har Córdoba var mentanarmiðstøð.

Landalæra

[rætta | rætta wikitekst]

Suðuri í Spaniu er láglendið Andalusia, sum áin Guadalquivir rennur ígjøgnum. Andalusia er lýggjasti blettur í allari Evropu (30 °C í miðal í juli). Andalusia er ein vælveltur slætti, har alskyns fruktir eru at fáa.

Bøkur um lívið í Andalusia

[rætta | rætta wikitekst]

Føroyski ævintýrarin og rithøvundurin Durita Holm flutti fyri nøkrum árum síðani til eina lítla andalusiska bygd, og hon hevur skrivað bókina "Á Smølum Andalusiskum Gøtum" (2003) um fólkið og lívið har, umframt søguna hjá landspartinum.

  • Den lille danske encyklopædi. Gyldendal (2005).

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  翻译: