Føroya Bankis innlegg

Snýt á netinum er ein vaksandi trupulleiki. Mátarnir at snýta uppá gerast snildari, upphæddirnar størri og avleiðingarnar alt meira umfatandi, og tær kunnu raka okkum øll 💻📱 Við einum felags kunningarátaki varpa Talgildu Føroyar, TAKS, Nema, Føroya Tele, Føroya Banki, Betri Banki, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi nú ljós á trupulleikan. Tí vit taka tína KT-trygd í størsta álvara og gera hvønn dag okkara fyri at steðga snýti 🛑 Men trygdin byrjar hjá tær og hjá hvørjum einstøkum av okkum. Tað er altavgerandi, at vit vísa varsemi. Trý góð ráð ✔ Øll kunnu vera fyri talgildum sviki, og prísurin kann gerast høgur – í krónum og oyrum, men eisini á annan hátt. Lat teg ikki yvirtala ✋ Legg hornið á. Trýst ikki á ókend leinki. Lít ikki á, at SMS-boð, uppringingar ella teldupostar veruliga eru frá tí persóni, sendarin sigur seg vera. Loyniorð eru loynilig 🔐 Tað er umráðandi, at tú ikki gevur øðrum tíni loyniorð. Loyniorð eru privat. Hugsa teg um og les gjølla 🙅♂️ Steðga á, les gjølla og vís varsemi, áðrenn tú trýstir á leinki, og áðrenn tú góðkennir ella rindar fyri eitthvørt. Les meira um átakið og hoyr søgur frá fólki, ið eru vorðin snýtt her: https://brnw.ch/21wOPUq

Logg på hvis du vil se eller legge til en kommentar