Leygardagin 21. september var hátíðarhald umborð á Smyril fyri Margit Johansen, kateringfólki á Smyrli, har ið hon fekk tænastumeldalju kongsins fyri at hava verið í starvi hjá Strandferðsluni í 40 ár. Margit byrjaði í starvi hjá SSL 1. februar 1984 sum 21 ára gomul. Hon byrjaði umborð á gamla Smyrli, og hevur bæði verið partur av Suðuroyarsiglingini og Skotlandssiglingini í mong ár. Margit hevur røkt starvið til fulnar og hevur verið sera álítandi og trúføst mótvegis SSL øll hesi árini. Takk fyri tað, Margit og hjartaliga til lukku. Les meira her: https://lnkd.in/dqQmt_VY