Vit eru at hitta á Jobmatch 30. desember í Norðurlandahúsinum 🤗 Føroya Banka-samtakið fevnir um bankavirksemið í Føroyum, bankan í Grønlandi, Bankivik, tyggingarfelagið Trygd og meklarafyritøkuna Skyn. Dagliga starvast fleiri enn 200 fólk í samtakinum. Kom framvið á okkara bási 😊
About us
Føroya Banki er eitt sterkt fíggjarsamtak, ið veitir fíggjartænastur til privatkundar og vinnulív í Føroyum og Grønlandi. Harumframt reka dótturfeløgini Trygd og Skyn ávikavist skaðatryggingarvirksemi og ognarmeklaravirksemi. Eisini hevur samtakið dótturfelagið NordikLív, sum er eitt føroyskt lívstryggingarfelag. Samtakið hevur høvuðssæti í Tórshavn og er børsskrásett á Nasdaq Copenhagen.
- Website
-
https://www.foroyabanki.fo
External link for Føroya Banki
- Industry
- Banking
- Company size
- 201-500 employees
- Headquarters
- Torshavn
- Type
- Privately Held
- Founded
- 1906
- Specialties
- banking, insurance, real estate brokerage, and financial services
Locations
-
Primary
Oknarvegur 5
Torshavn, 110, FO
Employees at Føroya Banki
Updates
-
Í dag verður nýggj funka tøk í netbankanum, ið gevur okkara kundum møguleika at stovna egnar samansparingarkontur. Tað tekur bara nøkur sekund - so er kontan tøk á kontuyvirlitinum. Hetta er fyrsta loysnin av sínum slagi á føroyska marknaðinum 📱💻 “Vit hava arbeitt við at kunna leysgeva hesa snildu funku í eina tíð, og tí eru vit sera fegin um at kunna bjóða kundunum enn eitt amboð, ið ger tað lættari at stýra egnum fíggjarviðurskiftum. Í fyrsta umfari ber bert til at stovna samansparingarkontur, men vit arbeiða við at talgilda og einfalda uppaftur fleiri tænastur,” sigur Brian Smedemark, rakstrarstjóri í Føroya Banka. Vit leggja okkum eftir at vera ein virkin viðleikari í talgildu samfelagsmenningini og vilja geva okkara íkast við at menna loysnir, ið stimbra og stuðla hesum máli. At okkara kundar nú kunnu stovna sær kontur beinleiðis í netbankanum er ein varði á talgildu leiðini hjá okkum sum banka. Les meira her 👇 https://brnw.ch/21wPo24
-
Í nýggjastu útgávuni av Sosialinum er samrøða við Árni Jóhan Petersen, ESG-ráðgeva, og Jón Brekku, leiðara á Vinnudeildini í bankanum. Teir báðir greiða frá, hvussu atlitið til burðardygd gerst alsamt týdningarmiklari fyri fyritøkur, ið framhaldandi ætla at gera seg galdandi í kappingini. Kundar, starvsfólk og íleggjarar seta í størri mun krøv til gjøgnumskygni í fyritøkum enn áður, og tey vilja hava vissu fyri, at virksemið verður rikið á burðardyggan hátt, tá ið tað snýr seg um umhvørvi, starvsfólk og leiðslu 🌍
-
Góða eydnu í Basel 🙌 Síðani vit í 2016 á fyrsta sinni gjørdust høvuðsstuðul hjá føroyskum hondbólti, hevur tað verið ein frægd at fylgt stóru menningini hjá hondbóltinum. Hesi árini hava vit fegnast saman við allari tjóðini, hvørja ferð føroysku landsliðini við eldhuga og stríðsvilja hava spælt seg til frálík úrslit. At føroysku kvinnurnar í kvøld skulu í eldin til fyrsta dystin hjá kvinnulandsliðnum í einum EM-endaspæli er einki minni enn eitt bragd. Vit eru ein errin høvuðsstuðul og ynskja teimum bestu eydnu í Basel 🤾🏻♀️🤾🏼♀️ #errinhøvuðsstuðul
-
Sum ein stór fíggjarfyritøka í Føroyum leggja vit dent á at stuðla tí samfelag, vit eru partur av. Tí tað er gjøgnum vitan, mentan, list, ítrótt og onnur góð átøk, at samfelagið gerst livandi og knýtir okkum saman. Vit hava í fleiri ár stuðlað føroyskum lestrarfeløgum uttanlands, tí vit vita, hvønn týdning tað hevur at varðveita eitt tilknýti til Føroya, tá ið tað ræður um at fáa útisetar at velja Føroyar aftur eftir lokna útbúgving. Tí hava vit júst longt stuðulssáttmálan við Samvinnuna, ið er lestrarfelagið fyri føroysk lesandi á CBS í Keypmannahavn. “Vit eru fegin um at leingja stuðulssamstarvið við tey lesandi á CBS. Eitt av endamálunum við samstarvinum er at geva Samvinnuni betri umstøður at skipa fyri upplýsandi tiltøkum um føroyskt vinnulív, sum vónandi kann virka fyri at gera tað lættari hjá teimum lesandi at koma aftur til Føroya eftir loknan lesnað,” sigur Rúna N. Rasmussen, marknaðarleiðari í Føroya Banka.
-
Føroya Banki eitur nú Bankivik í Grønlandi 🤩 Í summar útskrivaði bankin eina navnakapping í Grønlandi við tí endamáli at finna eitt nýtt og grønlendskt navn til bankan. Ikki færri enn 3000 uppskot til nýtt navn komu inn. Avgerð er nú tikin um, at nýggja navnið hjá bankanum í Grønlandi verður Bankivik. Tá ið samtakið fyrr í ár skifti navn frá BankNordik til Føroya Banka, varð avgerð samstundis tikin um at finna eitt nýtt og meiri viðkomandi navn til grønlendska virksemið. "Dómsnevndin helt Bankivik vera eitt gott og serstakt navn, ið sipar til ein reiðiligan, álítandi og rættan banka. Hetta samsvarar væl við okkara virðisgrundarlag og tann mátan, vit leggja okkum eftir at reka okkara virksemi. Vit hava tí valt Bankivik sum nýtt navn í Grønlandi og eru bæði eyðmjúk og errin av, at fleiri hava skotið júst hetta navnið upp, sigur Turið F. Arge,” forstjóri í Føroya Banka-samtakinum . Les meira her: https://brnw.ch/21wOZIV
-
Snýt á netinum er ein vaksandi trupulleiki. Mátarnir at snýta uppá gerast snildari, upphæddirnar størri og avleiðingarnar alt meira umfatandi, og tær kunnu raka okkum øll 💻📱 Við einum felags kunningarátaki varpa Talgildu Føroyar, TAKS, Nema, Føroya Tele, Føroya Banki, Betri Banki, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi nú ljós á trupulleikan. Tí vit taka tína KT-trygd í størsta álvara og gera hvønn dag okkara fyri at steðga snýti 🛑 Men trygdin byrjar hjá tær og hjá hvørjum einstøkum av okkum. Tað er altavgerandi, at vit vísa varsemi. Trý góð ráð ✔ Øll kunnu vera fyri talgildum sviki, og prísurin kann gerast høgur – í krónum og oyrum, men eisini á annan hátt. Lat teg ikki yvirtala ✋ Legg hornið á. Trýst ikki á ókend leinki. Lít ikki á, at SMS-boð, uppringingar ella teldupostar veruliga eru frá tí persóni, sendarin sigur seg vera. Loyniorð eru loynilig 🔐 Tað er umráðandi, at tú ikki gevur øðrum tíni loyniorð. Loyniorð eru privat. Hugsa teg um og les gjølla 🙅♂️ Steðga á, les gjølla og vís varsemi, áðrenn tú trýstir á leinki, og áðrenn tú góðkennir ella rindar fyri eitthvørt. Les meira um átakið og hoyr søgur frá fólki, ið eru vorðin snýtt her: https://brnw.ch/21wOPUq
-
Eitt burðardygt arbeiðspláss raðfestir starvsfólkatrivnað 🌿 Starvsfólk eru tað týdningarmesta tilfeingið, og tí er umráðandi, at starvsfólk trívast. Vit gera eina trivnaðarkanning árliga, sum mátar starvsnøgdsemi. Starvsnøgdsemið er sera høgt – á hægri støði enn í øðrum fíggjarfyritøkum í Norðurlondum 📊 Hetta fegnast vit sjálvandi um, og tað sæst eisini aftur í starvsárum hjá starvsfólkum. Í 2023 hátíðarhildu vit m.a. 50 ára starvsdag fyri Bent Albinus, 25 ára starvsdag fyri Oddbjørg Midjord og 25 ára starvsdag fyri Johan Olsen 💐 Miðal starvsaldurin í Føroya Banka-samtakinum er 15 ár. Les meira um starvsfólkatrivnað í burðardygdarfrágreiðingini her: https://brnw.ch/21wOtb1
-
Í dag hava vit kunngjørt roknskapartølini fyri triðja ársfjórðing í ár. Yvirskipað er gongdin framvegis góð, og úrslitið fyri skatt var 119 mió. kr., samanborið við 105 mió. kr. fyri skatt í øðrum ársfjórðingi í ár. Í morgun savnaðust starvsfólk í samtakinum til framløgu, har Turið F. Arge, forstjóri, greiddi frá gongdini á ymisku virkisøkjunum 📊