⭐ LEYST STARV ⭐ Føroya Tele leitar eftir einum strategiskt sterkum KT-stjóra at leiða og menna KT-økið hjá samtakinum. Í starvinum fært tú ábyrgdina av strategisku ætlanunum á KT-økinum og fert at standa á odda fyri stórum KT-verkætlanum. Freistin at søkja starvið er sunnudagin 12. januar 2025. Les meira her: https://lnkd.in/dfuNpgF5
Føroya Tele | Faroese Telecom
Telecommunications
Vit knýta føroyingar saman í einfalt fjarskifti, sum skal vera tað besta og fremsta av sínum slag í Føroyum.
About us
Aðalmálini hjá Føroya Tele nú og fyri á leið 110 árum síðan eru lík, men tó so ymisk. Vit knýta føroyingar saman í einfalt fjarskifti, sum helst er tað besta og fremsta av sínum slagi í Føroyum. Vit seta altíð kundan í miðdepilin í øllum okkara virksemi, og vit menna innanhýsis førleikar til at skapa einfaldar loysnir til frama fyri kundanum. Í meira enn 110 ár hava vit tænt føroyingum, og føroyska fólkið hevur verið hjartaslátturin í fyritøkuni. Men pulsurin í dag er ein heilt annar, og tað føroyska fólkið setir heilt onnur krøv í einum heimi, sum broytist dag frá degi, og kappingin er ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Hesi krøv gera vit okkum ómak at røkka og menna hvønn dag. Skal ein fyritøka sum okkara ganga á odda í føroyska framburðinum, krevur tað fyrst og fremst dugnalig, nærløgd og nøgd starvsfólk, ið duga at laga seg eftir einum heimi í støðugari broyting. Vit vita, at meginparturin – níggju tíggindarpartar – av einum ísfjalli er undir vatnskorpuni. Soleiðis er eisini við samskiftinum millum okkum menniskju. Tað krevur innlit, styrki og førleikar at fáa alt undir yvirflatuni at hanga saman, so tað omanfyri tykist greitt og sjálvsagt.
- Website
-
http://www.ft.fo
External link for Føroya Tele | Faroese Telecom
- Industry
- Telecommunications
- Company size
- 51-200 employees
- Headquarters
- Tórshavn
- Type
- Public Company
- Founded
- 1906
- Specialties
- Telecom, communications, ICT, and IT
Locations
-
Primary
Klingran 1-5
Postsmoga 27
Tórshavn, FO-110, FO
Employees at Føroya Tele | Faroese Telecom
Updates
-
• JOBMATCH 2024 • Hugsar tú um at søkja starv hjá okkum? Vit eru nærum 200 starvsfólk við fjølbroyttum útbúgvingum og starvsgreinum innan eitt nú verkfrøði, teldufrøði, elektronikk, búskap, roknskap, samskifti, marknaðarførslu, handil og tænastu. Vit eru altíð til reiðar til eitt prát og gleða okkum at hitta teg á Jobmatch í Norðurlandahúsinum 30. desember. Bílegg Jobprát á www.jobmatch.fo. Vit síggjast.👋
-
Konnekta er snild og brúkaravinarlig vekslaraloysn og telefonskipan til bæði stórar og smáar fyritøkur. Hon savnar alt samskifti á einum stað, so tú lætt kanst samstarva við starvsfelagar og avgreiða viðskiftafólk, sama um tað er á teldu, fartelefon, borðtelefon ella øðrum tóli. Les meira um Konnekta 👇
Konnekta - Føroya Tele
https://www.ft.fo
-
Í einum heimi, har talgilt svik kann raka øll, er tað týdningarmikið, at vit standa saman um verjugarðin. Tí mæla vit øllum til at brúka vit og skil og fylgja hesum 3 ráðunum: 🔒 Lat teg ikki yvirtala – Hav ikki álit á, at SMS boð, uppringingar ella teldupostar veruliga eru frá tí persóni, fyritøku, stovni o.a., viðkomandi siga seg vera. 🔑 Loyniorð eru loynilig – Lat ongantíð øðrum tíni loyniorð. Loyniorð eru persónlig. 💡 Hugsa teg um og les gjølla – Steðga á, les gjølla og vís varsemi, um tú trýstir á leinki, og áðrenn tú góðkennir ella rindar fyri eitthvørt.
FERÐAST TRYGGARI Á NETINUM Kennir tú onkran, sum hevur verið út fyri sviki á netinum? Veruleikin er tann, at vit kunnu øll koma út fyri ymsum sløgum av sviki. Vit mugu ikki lata okkum lumpa. Talgildu Føroyar, TAKS, Føroya Tele | Faroese Telecom, Nema P/F, Betri Banki, Føroya Banki, Suðuroyar Sparikassi og Norðoya Sparikassi hava í felag skipað fyri einum kunningarátaki, sum skal betra okkum tilvitskuna um nettrygd á talgildum pallum. Okkara dagliga virksemi er ymiskt, men vit standa saman um eitt felags mál: At verja teg fyri snýti. Hóast stórar íløgur verða gjørdar í kt-trygd og vit seta í verk nógv tiltøk at fyribyrgja álopum, er tað ikki altíð nóg mikið. Tú ert týdningarmikil. Tí trygdin byrjar hjá tær og hjá okkum. Í einum heimi, har talgilt svik kann raka øll, er tað týdningarmikið, at vit standa saman um verjugarðin. Tí mæla vit øllum til at brúka vit og skil og fylgja hesum 3 ráðunum: 🔒 Lat teg ikki yvirtala – Hav ikki álit á, at SMS boð, uppringingar ella teldupostar veruliga eru frá tí persóni, fyritøku, stovni o.a., viðkomandi siga seg vera. 🔑 Loyniorð eru loynilig – Lat ongantíð øðrum tíni loyniorð. Loyniorð eru persónlig. 💡 Hugsa teg um og les gjølla – Steðga á, les gjølla og vís varsemi, um tú trýstir á leinki, og áðrenn tú góðkennir ella rindar fyri eitthvørt.
-
✨LEYST STARV✨ Ert tú royndi KT-mennarin, vit leita eftir? Hevur tú áræðið og førleikarnar at ganga á odda fyri nýmenning av KT-skipanum? Og vilt tú arbeiða í umhvørvi, sum leggur stóran dent á fakliga menning, samanhald og sparring? So hava vit starvið til tín.
Leyst starv - KT-mennari við royndum til Føroya Tele
https://www.ft.fo
-
Snýt á netinum er ein vaksandi trupulleiki. Mátarnir at snýta uppá gerast snildari, upphæddirnar størri og avleiðingarnar alt meira umfatandi, og tær kunnu raka okkum øll. Við einum felags kunningarátaki varpa vit saman við Talgildu Føroyar, TAKS, Nema P/F, Føroya Banki, Betri Banki, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi nú ljós á trupulleikan. Tí vit taka tína KT-trygd í størsta álvara og gera hvønn dag okkara fyri at steðga snýti. Trý góð ráð - Lat teg ikki yvirtala Legg hornið á. Trýst ikki á ókend leinki. Lít ikki á, at SMS-boð, uppringingar ella teldupostar veruliga eru frá tí persóni, sendarin sigur seg vera. - Lat ongum tíni loyniorð Tað er umráðandi, at tú ikki gevur øðrum tíni loyniorð. Loyniorð eru privat. - Hugsa teg um og les gjølla Steðga á, les gjølla og vís varsemi, áðrenn tú trýstir á leinki, og áðrenn tú góðkennir ella rindar fyri eitthvørt. Les meira um átakið og hoyr søgur frá fólki, sum vórðu snýtt her 👇
Ferðast tryggari á netinum
samleikin.fo
-
Góðkent Samsung verkstað Fyrr í ár víðkaðu vit um samstarvið við risafyritøkuna Samsung og vórðu góðkent Samsung-verkstað. Avtalan ber við sær, at brúkarar kunnu lata Samsung-tól inn til umvælingar hjá okkum. Les meira um prísir og umvælingar her👇
Góðkent Samsung-verkstað: Prísir og umvælingar á ft.fo - Føroya Tele
https://www.ft.fo
-
LEYST STARV: Lærupláss sum søluráðgevi í Telebúðini Sum handilslærlingur mennir tú teg bæði fakliga og persónliga, og tú lærir at seta kundan í miðdepilin. Tú fært eina spennandi lærutíð í framskygdum umhvørvi. Í dagliga handilsarbeiðinum gevur tú ráð og veitir tænastu, selur nýggjastu tøknina á marknaðinum og setur tøkni upp fyri kundar. Les meira her
Føroya Tele - Lærupláss sum søluráðgevi í Telebúðini
https://www.ft.fo